Nakrir bátar sum hava verið norðanfyri við snelluni seinastu dagarnar hava landað í Leirvík í morgun. Teir boða frá rokfiskiskapi og sera stórum toski.
Norðlýsið skrivar, at Kjartan Joensen og Jan Skipper, sum hava verið við útróðrabátinum Gusti, siga, at tað helst eru gingin fleiri 10 ár síðani teir hava sæð slíka nøgd av so stórum fiski komið upp á land frá tveimum monnum, sum í morgun.
Annars hevur lítið verið at fingið av toski, men nú sær út til at vend er komin í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo