Risastóri fóðurflakin Árnaberg er í morgun komin á Vestmanna. Sleipibáturin Ronja hevur sleipað flakan úr Póllandi.
Talan er um eitt umbygt skip frá 1989, og tað er Mowi sum eigur flakan og skal brúka hann á Sandsvág, har meira fiskur nú skal setast út.
Árnaberg lastar um 700 tons og er um 70 metrar langur.
Higartil hevur verið fóðrað við fóðurkanón frá báti á Sandsvág, men tað er ikki gjørligt tá mongdirnar verða so stórar sum ætlanin er um nú.
Í síðstu viku settu teir um 300.000 smolt út, ætlanin er at koma uppá 900.000 smolt á Sandsvág.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo