Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tann 13. november 1872 hevði man í Eystursjónum ta størstu vatnflóðina, sum fólk í Europa vita um. Hon var meteorologiskt heilt óforútsigilig og beinleiðis ekstrem, tí veðrið bar seg øðrvísi at, enn nakar tálivandi kundu minnnast. Serliga hart vóru suðurhavsoyggjarnar. Lolland og Falster raktar, og yvir 80 fólk druknaðu har suðuri.

Tann materielli skaðin var eisini øgiligur, við tað, at nógv hús vórðu tikin av grund og næstan flotnaðu burtur. 

Orsøkirnar vóru heilt  óvanliga sjáldsamar: 

Eitt øgiligt lágtrýst í Eysturríki breiddi seg skjótt norðureftir og møtti einum ekstremum hátrýsti yvir Eystursjónum, og tann samanbresturin skapti eitt heilt óvanligt ódnarveður yvir øllum  Eystursjóarlondunum

Vindurin kom bæði norðaneftir oman gjøgnum Kattegat, Oyrasund og bæði Beltini, men hann kom samstundis eisini eystaneftir frá Bornholm, so sjógvurin bleiv trýstur suður um tann syðsta partin av Danmark og samstundis vestur um Bornholm.

Hesi ekseptionelt óvanligu meteorologisku viðurskifti stúgvaðu sjógvin rundan um Lolland, Falster og landsynningspartin av Sjællandi, so har bleiv heilt óhugsandi ógvislig  vatnflóð. 

Vindurin var harafturat so harður, at hann kulmineraði við orkanmegi.

Allar-ringast var tann 13. november, og tá var vatnflóðin máld til tríggjar metrar yvir normala hædd. 

Størst var flóðin á Suðurhavsoyggjunum, Suðurjyllandi og við eysturstrondina á Sjællandi. 

Eystursíðan av Bornholm fekk eisini stóran materiellan skaða.

Meira  enn  hálvthundrað skip strandaðu ymsastaðni av tí ræðuliga veðurtrýstinum.

Teir flestu veðurkønu menn hildu hesa ódnina vera principielt "ómøguliga", tí næstan allir stormar í økinum koma vestaneftir. 

Henda øgiliga ódnin í 1872  kom av landnyrðingi og eystri, ella nærmast "aftanífrá", men vatnið, sum var komið í ta Botnisku víkina mátti sleppa at renna útaftur. 

Tað førdi til ta "óhugsandi" vatnflóðina.

Tann  óvanliga stóri trýstmunurin millum hátrýstið yvir Skandinavien og lágtrýstið úr Suðureuropa skapti heilt óvanligan landnyrðing eystan yvir øllum Eystursjónum. Tað hækkaði og fylti ta Botnisku Víkina í fleiri dagar, og tann vatnmongdin mátti sleppa vesturaftur og rendi so beint móti Lollandi, Falster og nógvum strandarøkjum.

Tað stendur ein minnis-steyri beint norðanfyri Køge, har man vísir, hvussu øgiliga høgt vatnið eisini stóð á Sjællandi  í 1872. 

Steyrin er væl meira enn eina manshædd høgur og stendur í Ølsemagle, sum er nakað inni í landinum.

Hvis verðinshøvini blíva við at hækka, fer sjálvt tann syrgiliga rekordin frá 1872 at verða sligin í nærmastu framtíð.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo