Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Mikudagin 17. januar fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ríkisfundur umframt fundur í samstarvsráðnum.

Hittast nú tvær ferðir árliga
Vanliga eru ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum á skrá um summarið. Á fundunum, sum vórðu í Nuuk í summar, varð tó avtalað, at Føroyar, Danmark og Grønland framyvir skulu royna at hittast tvær ferðir um árið. Tí verður skipað fyri ávegis ríkisfundi og samstarvsráðsfundi longu nú í januar.

Danmark eigur formansskapin hesa ferð
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Regluligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða í Danmark síðst í juni í ár.

- Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent. Bæði við krígnum í Ukraina, og nú seinast við krígnum í Miðeystri. Fundirnir eru eitt gott høvi at tosa saman um støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í  londunum.

Fundur í samstarvsráðnum
Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, umframt samstarvið millum londini og samstarvið í mun til Arktiska ráðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo