Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Góðu áhoyrarir,

Tá eitt kríatúr doyr, so grevur mann tað niður. Tí annars liggur tað og rotnar og luktar og dregur rottur og ravn til sín.

Tann sokallaði "ríkisfelagskapurin" er langt síðan deyður. Hann hevur í roynd og veru aldrin verið livandi, tí hann var deyðføddur í 1948, tá danir smoygdu hann niður yvir okkum.

Vit hava bara ikki fingið upp í lag at grava hann niður enn. Vit standa sum ryssa yvir deyðum fyli, og óansæð hvaðani ættin kemur inn yvir oyggjarnar, so lukta rovini.

---

Tá mann er so gamal, sum eg, og skal halda eina talu fyri fólkum, sum eru so ung sum tit, so hevur mann ofta tendens til at fara aftur til Adam og Evu.

So tað fara vit!

---

Føroyar vóru eitt frælst land, ein suverenur statur, fram til umleið ár 1000, tá Sigmundur Brestisson, ein ungur, fimur, alvápnaður, skúvoyingur, legði ráð saman við norska Ólavi kongi um at leggja Føroyar undir Norra. Hetta eydnaðist tíverri, suvereni staturin Føroyar fór í søguna, og afturfyri fekk Sigmundur helvtina av Føroyum og bleiv múgvandi maður.

Og hetta var endin á Føroyum sum suverunum stati … fyri fyrst.

Og hetta var samstundis byrjanin til ta støðuna, sum vit TÍVERRI eru í enn tann dag í dag.
 

Í 800 ár vóru vit so undir Norra til vit, fyri umleið 200 árum síðani, endaðu undir Danmark. Og tað, mínar damur og harrar, hevur ikki verið nakar dansur á rósum.

Danir hava av øllum alvi roynt at gera Føroyar danskar.

Teir niðurløgdu tað elligamla føroyska tingið, heimsins elsta ting, og settu ístaðin danskar embætismenn at fjarstýra Føroyum.

Og við kongaliga einahandlinum løgdu teir eina køvandi hond á allan framburð í Føroyum.

Danskt bleiv gjørt til høvuðsmál.

Tað var ikki loyvt at prædika á føroyskum í okkara kirkjum.

Tað var ikki loyvt at undirvísa á føroyskum í okkara skúlum.

Føroysk børn skuldu vera donsk.

Føroyskt mál og føroysk mentan skuldi útreinsast.

---

Men vit høvdu kvæðini, vit høvdu illveður og traditiónir fyri at fortelja søgur og sagnir, og so høvdu vit tað ókúguliga føroyska treisknið. Høvdu vit ikki havt tað, hevði føroyska málið og føroyska mentanin verið fokin. Tað er hent í so nógvum øðrum koloniium.

Men vita tit hvat?

Teir fáa okkum aldrin niður við nakkanum!

Vit eru ikki føroyingar, serstøk tjóð, upp á grund av dønum. Vit eru føroyingar, serstøk tjóð, upp á tross av dønum …

---
Í 1946 atkvøddi Føroya fólk FYRI LOYSING.

Hetta úrslitið virdu danir ikki. Fólkaatkvøðan bleiv annullerað, tingið bleiv sent til hús, og tann sokallaði "ríkisfelagsskapurin" bleiv konstrueraður og smoygdur niður yvir høvdið á føroyingum.

Ein FELAGSSKAPUR inniheldur vanliga fleiri partar. Tað liggur líkasum í orðinum. Men í sokallaða "ríkisfelagsskapinum" er bara pláss fyri EINUM ríki. Og lat onga iva vera um, at tað er tí danska.

Og skuldi nakar ivast, hvør bestemmar í hesum sokallaða ”ríkisfelagsskapi", so hygg bara eftir, hvussu danskir ráðharrar, og politikkarar annars, úttala seg, tá tað kemur til skarpskeringar.

Tá vit til dømis ætla at gera okkara egnu grundlóg. Og tá ivamál stinga seg upp og hótta illusiónina um tað veldiga, danska eindarríkið.

Tá vit gerast ovfarakát, og hava hug at fara upp á gólv. Nei, tá er ikki longur talan um nakran felagsskap. Tá slær hamarin hart, og tá eitur tað "ingen over og ingen ved siden af Danmarks riges grundlov".

Tá eru vit ikki SAMAN við Danmark. Tá eru vit ikki í einum felagsskapi. Nei, tá eru vit UNDIR Danmark.

---

"Ríkisfelagsskapurin", sokallaði, er okkara spennitroyggja. Eg síggi spennitroyggjuna fyri mær, sum eitt grønlendsk listafólk sýndi fram herfyri, seymaða av Dannebrog.

Gud havi lov, tykist tað sum, at fleiri og fleiri eru farin at ásanna hetta.

Tí líka mikið hvar ella hvat vit ætla okkum, smekka vit høvdið í.

"Ingen over og ingen ved siden af Danmarks riges grundlov".

---

Vit eru ikki eitt ordiligt land. Vit eru bara ein partur av Danmark. Vit eru eitt spøkilsi. Og tað er altso eitt praktiskt problem … at vera eitt spøkilsi.

Tí fáir felagsskapir og fá lond - og kanska bara tey skeivu og suspektu - vilja tosa við spøkilsir.

Tað er nú einaferð so, at alt tað, sum er ORDILIGA spennandi, tað sum ORDILIGA ger mun, hol í sjógvin, ja, tað er bara fyri SJÁLVSTØÐUG lond.

---

Fyri sjálvstøðug lond liggur heimurin opin.

Loysa vit, verða vit limir í ST.

Har hevur Kina EINA atkvøðu. Har hevur USA EINA atkvøðu. Og har fáa Føroyar EINA atkvøðu. Óansæð um vit bara eru 54.000 fólk.

Loysa vit, blíva vit limir í Arktiska ráðnum. Føroyar eru nemliga væl og virðiliga ein arktisk tjóð. Norðasti spíssur av okkara sjóøki gongur langt norður um polarsirkulin. Men í dag situr Danmark til borðs fyri Grønland og fyri okkum. Hetta er heilt absurd, tí Danmark er líka lítið arktiskt sum vit eru tropisk.

Og so er tað olympiski limaskapurin, sum øll ítróttarfólk tráða eftir. Tað lovaða landið fyri atletar.

Á heimsins størstu ítróttarstevnu hava vit sæð føroyingar svomið og róð undir donskum flaggi. Hetta sker í hjartað, tí tað er himmalrópandi órættvíst. Okkara ungu, røsku ítróttarfólk hava uppiborið betri.

Tá leikirnir byrja næsta ár í París, kundi eitt heilt lið av ungum føroyskum hondbóltsspælarum runnið inn á olympiska vøllin. Teir eru góðir nokk. Men teir sleppa ikki, tí vit eru ikki limir.

Tann limaskapin fáa vit í somu løtu, sum vit loysa.

Men ístaðin fyri at loysa problemið uppá tann rættasta og lættasta mátan, so ganga vit og bukka og neya og bøna og biðja um at sleppa við allíkavæl. Vit liggja skerfløt í støvinum og biðja um undantøk.

Eisini tá tað snýr seg um verjumál mugu vit sjálvi taka fult ræði og hava greiðar linjur. Í løtuni eru vit ikki við í NATO; men vit eru allíkavæl við í NATO. Tað er tað týpiska. Vit blása og hava mjøl í munninum.

Tað er óforsvarligt at lata tilvildina og at lata danir ráða á hesum álvarsøki.

Skulu vit vera limir í NATO, so skulu vit sjálvandi hava EGNAN limaskap, sum sjálvstøðug tjóð, og ikki umvegis Danmark. Vit skulu ikki sita í einum jørni og bína. Vit skulu sjálvi til borðs.

Loysa vit, kunnu vit blíva limur í EFTA, sum gevur betri atgongd til evropeiska marknaðin, og vit kunnu blíva limir í altjóða handilsfelagsskapinum WTO. Hetta gevur okkum atgongd til handilssáttmálar við hópin av londum um allan heim. Handilssáttmálar, sum vit í dag ikki fáa gjørt. Av tí einføldu orsøk, at vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Vit eru bara eitt spøkilsi.

Og av annaðhvørt ómegd ella dovinskapi hava vit sligið okkum til tols við eina tilveru, stórt sæð, uttan handilsavtalur. Har vit útflyta óhagreiddan fisk til danir og onnur at virðisøkja; at skera sundur í bitar og koyra tomatsós í, fyri síðani at ganga prísin við tíggju. Hetta kostar okkum milliardir; nógvar blokkar hvørt ár.

Hóast hetta, er okkara BTÚ í dag hægri enn tað danska. Og hetta hava vit skapt við vánaligari marknaðaratgongd, og í danskari spennitroyggju.

---

Ímyndið tykkum so, hvussu langt vit høvdu verið komin, um vit høvdu loyst okkum úr spennitroygguni í 1946, tá okkara forfedrar valdu LOYSING.

Ja, hvussu høvdu Føroyar sæð út í dag, um úrslitið í 1946 var blivið virt? Høvdu vit kanska verið 25.000 fólk, sum summi siga, og høvdu fólk ligið deyð í fjøruni við tarablaði í munninum?

Eg trúgvi ikki, at tað høvdu búð 54.000 fólk í Føroyum, sum tað gera nú.
Tað høvdu búð 100.000 fólk í Føroyum!

Og okkara BTÚ hevði ikki verið 23 milliardir.
Tað hevði verið 123 milliardir.

Og vit høvdu ikki farið krúpandi til OL undir donskum flaggi. Eg ivist onga løtu, í at vit longu høvdu átt okkurt heiðursmerki.
---

So, góðu áhoyrarar!

Komið og takið lógvatak saman, so vit fáa vunnið Føroyum og føroyingum tey mest fundamentalu rættindini, sum eitt land og eitt fólk eiga at hava.

Lat okkum taka skeytið til okkara land heim. Tað kostar okkum hvørki blóð ella tár. Hurðin stendur víðopin. Tað er bara um at komu upp úr stólinum.

OG alt annað er uttanumtos.
---
Nú eitur hetta tiltakið "Fullveldisfundur - Eitt tiltak til tey fullveldissinnaðu".

Eg haldi, at vit frameftir eisini skulu fáa sambandsfólk og tey skeptisku við.

Tí tað er fyrstani tá, at vit av álvara flyta ting. Tað er ikki her, á hesum fullveldisfundi, at vit heysta nýggjar ja-stemmur.

So góðu áhoyrarar, farið tit út. Tosið við sambandsfólk, serliga, og tey sum annars eru stúrin ella skeptisk. Kjakist og luftið tykkara tankar og lurtið eftir teirra.

Eg eri sannførdur um at meirilutin fyri loysingini longu er til staðar, og at hann er vaksandi. Tí argumentini er nógv, tey eru sannførandi og tey bara styrkna.

So haldið tykkum ikki aftur. Tosið vítt og breitt um REPUBLIKKINA!

Og tá tey so himprast, tey skeptisku. Tí hvat fer at henda, tá vit loysa? Verður alt slept upp á fjall? Og slíta vit tá øll sambond? Er tað tað, vit vilja?

Tað spyrja skeptikarar ofta. Og eg skilji teir væl!

Nei, vit vilja nettupp ikki loysa fyri at SLÍTA sambond. Vit vilja loysa fyri at KNÝTA sambond við onnur lond og við altjóða felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.

---

Góðu áhoyrarar,

"Ríkisfelagsskapurin" er deyður.

Kríatúrið er deytt. Steindeytt!

Andlátið er lisið.
Og nú bíða vit eftir at jarðarferðin verður lýst.

---

Takk fyri!

Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo