Ríðisamband Føroya: Við nýggja limafelagnum hevur Ríðisamband Føroya tvífalda limatalið uppá nøkur heilt fá ár. Hetta vísur týðiliga at ríðing er ein ítróttur í støðugum vøkstri.
Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri var endaliga avgjørt, at Ríðifelagið Dalaross, sum heldur til í Kollafirði, nú er limur í Ríðisambandi Føroya.Ríðifelagið Dalaross, bleiv stovnað í 2012, og hevur serliga arbeitt við at bøtað um ríðiumstøðurnar í Kollafirði, har felagið hevur staðið fyri at gjørt nakrar kilometrar av lendisgøtum. Við tað at felagið nú er limur í Ríðisambandi Føroya, kunnu limir felagsins luttakað í kappingum hjá Ríðisambandi Føroya undir egnum felagið.
Ríðiítróttin hevur seinastu árini verið í stórari menning, og ynskir Dalaross, at verða partur av hesi menning frameftir. Dalaross arbeiðir við at fáa útvega eina kappríðingar breyt í Kollafirði, soleiðis at kappríðingar í framtíðini eisini kunnu verða hildnar í Kollafirði.
Við limaskapinum hjá Dalaross, eru nú seks limafeløg hjá Ríðisambandi Føroya.
Føroya Ríðingarfelag
Vága Ríðingarfelag
Føroysk íslandsrossafelag
Sleipnir
Suðurross
Ríðifelagið Dalaross
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo