Orð/Myndir - Jógvan Helgi Hansaen: Í síðstu viku var helvtin av sjálvari høllini stoypt, og í morgin verður hin helvtin helst stoypt.
Høllin verður 25 metrar breið og 50 metrar long. Endarnir á sjálvari Ríðihøllini verða stoyptir nakað hægri enn síðurnar. Restin verður stál konstruksjón.
Eisini skal eitt fjós stoypast oma úr sjálvari høllini. Fjósið verður 12 metrar breitt og 36 metrar langt og verður í tveimum hæddum. Pláss verður fyri 35 rossum deilt upp í seks rúm.
Og eystanfyri sjálva Ríðihøllina verður ríðibreyt á 25 X 30 metrar, so sigast má, at umstøðurnar at hava ross í Vágum fara at gerast rættiliga góðar, tá ið alt arbeiðið er liðugt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo