Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Parasport Føroyar og Reyni Service hava undirskrivað nýggja fýra ára langa stuðulsavtalu ið skal vera við til at tryggja framhaldandi menningina av paraítróttinum í Føroyum.

Stuðulin er serliga ætlaður framhaldandi at menna Framerunning ítróttinum.

Framerunning er ítrótt fyri fólk við skerdari javnvág.

Ein Framerunner er ein serframleidd súkkla uttan pedalir, har javnvágin ikki er ein trupulleiki.

Tí er Framerunning ein upplagdur ítróttur til m.a. fólk við CP, við gikt og amputeraði.

Ítrótturin gevur fólki við breki, ið vanliga bert kunnu flyta seg við el-koyristóli, manuellum koyristóli ella gonguhjálp, møguleika at flyta seg við egnari megi, og gevur sjálvt teimum við størstu brekum møguleikan at flyta seg frítt og at renna.

“Tað er okkum ein gleði at vera við til at stuðla virkseminum hjá Parasport Føroyum. Serliga við atliti til Framerunning, har Føroyar longu hava ítróttarfólk sum hava gjørt vart við seg á altjóða støði,” sigur Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service.

“Vit eru sera fegin um at Reyni Service velur at halda fram at stuðla Framerunning ítróttini, ið gevur fólki ið annars hava trupult við at flyta seg við egnari megi, ein møguleika at íðka og harvið eisini fáa gagnligu árinini av rørslu,” sigur Petur Elias Petersen, ið er formaður í Parasport Føroyar.

Parasport Føroyar vónar at avtalan kann viðvirka til at enn fleiri føroyingar varnast Framerunning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo