Leygardagin, hin 2. september fara fleiri enn 500 sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið, fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Vit vóna, at innsavnararnir verða væl móttiknir og vit heita á fólk um at hava reiðan pening við hús. Við at lata nakrar krónur í bússuna hjá innsavnaranum kanst tú vera við til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og úti í heimi.
Fyritøkur kunnu eisini stuðla
Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar o.tíl. eru eisini hjartaliga vælkomin at stuðla. Til ber at skráseta stuðulin á heimasíðuni, og fáa eina rokning senda. Fyritøkur o.tíl., ið ynskja at vera sjónlig, kunnu skráseta tað á frymlinum, og navnið verður lýst á takkarsíðuni, sum verður almannakunngjørd, tá innsavnaði peningurin er taldur upp. Skráset her: https://redcross.fo/skraset-studul/
Vilt tú gera mun sum innsavnari?
Spáka ein túr við tínari familju, ommu, systir ella vinkonu, ella við tínum pápa, soni ella starvsfelaga – og veri við til at hjálpa okkum at hjálpa. Peningurin, ið verður savnaður inn, kann hava alt at siga fyri ein persón ella eina familju, antin í Føroyum ella úti í heimi. Les meira á www.reyðikrossur.fo, hvat peningurin verður brúktur til.
Øll, sum ganga við bússu, eru eisini við í lutakastinum um tvey gávubrøv frá Atlantic Airways.
Tekna teg sum innsavnara her: https://redcross.fo/studla/tekna-teg-sum-innsavnara/
Skalt tú ganga í Tórshavn, er ikki neyðugt at tekna teg áðrenn – tá ert tú vælkomin at møta í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 á sjálvum degnum, millum kl. 10:00-17:00. Her skráseta vit títt navn, og tú fært eitt rutukort og eina bússu, sum skal vera inni aftur í seinasta lagi kl. 18:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo