Í kvøld, sunnukvøldið 27. mars, verður stór stuðulskonsert fyri Ukraina í Lívdini í Hoyvík.
Konsertin er ókeypis, og pláss er fyri útvið 700 áhoyrarum. Eingi atgongumerki verða tøk, men øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at møta upp, og tað verður først til mølle.
Dyrnar lata upp kl. 18:00 og lata aftur tá konsertin byrjar kl. 19:00.
Les meir um stuðulskonsertina og um hvussu tú kanst stuðla á https://redcross.fo/studulskonsert
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo