Reyði Krossur bjóðar nú øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar, orsakað av støðuni við koronasmittuni í Føroyum, at tosa við ein løggildan sálarfrøðing.
Skipanin virkar frá leygdardegnum 21. mars, og svarar frá kl. 8:00 til kl. 221:00 gerandisdagar, og frá kl. 10:00 til kl. 15:00 í vikuskiftinum.
Ráðgevingin hjá Reyða krossi fer at svara fyrispurningum frá borgarum, ið kenna strongd, tunglyndi ella hava aðrar sálarligar avbjóðingar, so leingi Koronasmittan ger um seg í Føroyum.
Hevur tú tørv á sálarligari ráðgeving, set teg í samband við Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi á 78 88 70.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo