Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bert 202 dagar brúkti samgongan at plyndra fiski- og alivinnuna, og nú eigur veitingarvinnan tørn.

Ótrúligt, sum sosialistisku flokkarnir Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru hatskir og eirindaleysir móti okkara privata vinnulívi.

Hava tey ongantíð hoyrt um hvat hendir, um tú kvalir gullhønurnar?

Í dag eru revsitiltøk sett í verk móti føroyskari veitingarvinnu.

Skálkaskjólið hjá okkara Javnaðarstjórn er Russland.

Okkara veitingarvinna missir 100-tals milliónir kr., sum nú Norra ger sær dælt av.

Kundarnir riknir til Norra og Russland er fullkomiliga óávirkað.

Taparin er føroyska veitingarvinnan.

Í vár samtykti samgongan at plyndra fiskivinnuna við okurs tilfeingisgjøldum.

Hetta gongur serliga út yvir heimaflotan, sum frammanundan liggur í tungum sjógvi.

Á oyggjaleikum fegnast allir føroyingar um heiðursmerki, meðan samgongan hevur prýtt seg við heimsmeti í tilfeingiskatti.

Eisini samtykti samgongan at plyndra alivinnuna við m.a. 4-falding av toppskattinum.

Frá at hava eina alvinnu í heimsflokki hava sosialistarnir nú fingið heimsmet í skatting av alivinnuni.

Hesi bæði ganga sjaldan hond í hond.

Alt hetta meðan løntakarin verður knokkroyttur við helst hægsta skatti í heiminum.

Hóast øll hesi heimsmeistaraheiti, so er samb. fíggjarkarmunum hjá landsstýrinum, einki at rutta við.

Uttan nýggj tiltøk, verður undirskot á fíggjarlógini næsta ár.

Grát mítt elskaða land.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo