Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur ár verður høvi at hoyra stórbæran kirkjutónleik undan páskum.

Havnarkórið, sum mangan hevur framført stór tónaverk, fer í dag saman við kórinum Eystanljóð, orkestri og solistum at framføra gitna Requiem hjá W.A. Mozart Fyrra konsertin, verður í Vesturkirkjuni í kvøld kl. 20.00 og seinna í Gøtu kirkju, í morgin langafríggjadag kl 17.00.   Requiem er síðsta verk sum liggur eftir Mozart. Mozart doyði bara 35 ára gamal í 1791 og var hann tá ikki liðugur við Requiem. Kona Mozart heitti tí á ein av næmingunum hjá manninum – Franz Süssmayr – um at skriva verkið liðugt. At Mozart ikki fullførdi sítt Requiem hevur nærum frá byrjan skapt hópin av gitingum og konspiratiónsteorium viðvíkjandi verkinum. Tann kendasta er uttan iva tann, sum verður løgd fram í filmslistarliga meistaraverkinum hjá Milos Forman “Amadeus”.  Solistar eru: Birita Adela, sopran (Fø)  Carolin Ritter, alt (Tý)  Þorsteinn Freyr Sigurðsson, tenor (Ís)  Herfinnur Árnafjall, bass (Fø)   Leif Hansen, stjórnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo