Hagstovan: Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan átta prosent frá februar 2023 til februar 2024.
Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið.
Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar sløk 45 prosent frá februar 2023 til februar 2024.
Prísurin á fjarhita er hækkaður, og tað er elprísurin eisini. Men miðalprísurin á brenniolju, ið fer til upphiting av býli, er á áleið sama stigi í februar í ár, sum í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo