Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Rentustuðilin eigur ikki at telja við sum tøkupeningur við lántøku, og harvið viðvirka til størri lántøku.

At hesin háttur verður brúktur í vinnuni við tillutan av kvotum og tílíkum er skilligt.

Hetta eigur tó ikki at vera ein møguleiki á fastognar marknaðinum, eftir mínum tykki.

Heldur eigur rentustuðilin at lætta um byrðuna sum lántakarin av sær sjálvum megnar at bera.

Tað má nokk hava verið endamálið við hesum stuðli at byrja við...

Hetta má tí stigvíst broytast við at áleggja fíggingarstovnum, um ikki at roknað stuðilin frá landinum sum tøkupening við fastognar lántøku.

Hetta soleiðis at ein komandi lækkan av hesum stuðli trygt kann fremjast.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo