Hagstovan: Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan 9 prosent frá november 2022 til november 2023.
Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið.
Rentuútreiðslurnar eru hækkaðar sløk 69 prosent frá november 2022 til november 2023.
Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru hinvegin lækkaðir næstan 14 prosent í miðal seinasta árið.
Tað tálmar prísvøkstrinum.
Prísurin á fjarhita hevur verið óbroyttur síðani 2022, meðan streymprísurin er hækkaður góð 14 prosent í 2023 samanborið við í 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo