Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Í sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið klokkan 20:30 viðger Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, saman við serfrøðingum møguligu avleiðingarnar av rentuhækkingum fyri føroyska bústaðarmarknaðin.

Um lánsgjøldini skuldu verið óbroytt, nú lægsta bústaðarrentan er hækkað úr 2,75% upp í 5,10%, skal sethúsaprísurin lækkað við 15-20 prosentum. Hetta vísir útrokning, ið er gjørd til sendingina í kvøld. Sostatt skuldi miðalprísurin á einum húsum í Havn, sum í ár er 4,1 millión krónur, lækkað við upp til 800.000 krónum. Sæð í mun til príshækkingarnar síðstu árini ljóðar hetta sera ógvusligt, men í veruleikanum er bara talan um, at miðalprísurin lækkar niður aftur á støðið við ársbyrjan 2020.

Hækkað lánsgjøldini hinvegin fult út grundað á rentuhækkingina, vil ein lántakari, sum í ár hevur keypt hús fyri 4,1 millión krónum fíggjað við 90% í bankaláni, rinda áleið 5.000 krónur meira um mánaðin. Rentustuðulin hækkar ikki í tí førinum, tá lántakarin í tí førinum longu hevur rakt loftið á 35.000 krónur árliga í rentustudningi. Tí hækkar lánsgjaldið so ógvusliga. Lítil ivi man vera um, at hetta avmarkar keyparaskaran til dýru húsini.

Í sendingini greinar Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, støðuna á rentumarknaðinum, har inflasjónin og rentuhækkingar av álvara seta dagsskránna. Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, lýsir støðuna á sethúsamarknaðinum, har keyparar í ár í størri mun hava leitað sær út um Havnina eftir bústaði. At enda greinar Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, møguligu avleiðingarnar av rentuhækkingunum fyri føroyska sethúsamarknaðin og húskini, sum í flestu førum eru væl fyri fíggjarliga.

Sendingin verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30. Sendingin sæst eisini á Netvarpinum hjá Televarpinum á www.tv.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo