Norðoya Sparikassi: Innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 5. desembur 2023.
Broytingarnar eru grundaðar á seinastu rentuhækkingar hjá Evropeiska Miðbankanum og Danska Tjóðbankanum, sum í septembur hækkaðu leiðandi renturnar við 0,25 %-stigum.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo