Hagstovan: Tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið.
Hóast renturnar framvegis hækka, eru samlaðu býlisútreiðslurnar lækkaðar frá februar til mai við einum prosenti.
Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru lækkaðir næstan 13 prosent í miðal frá februar til mai.
Tað tálmar tí annars stóra prísvøkstrinum.
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir meira enn fýra prosent frá mai 2022 til mai 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo