Talvsambandið: Støðan er óbroytt í oddanum í kappingini um meistaraheitið í einstaklingatelving fyri smátjóðir í Evropa. Allir tríggir oddamenninir telvaðu javnt í fjórða umfari í dag.
Helgi Dam Ziska hevði svarta fólkið móti hinum stórmeistaranum í kappingini, Igor Efimov, sum umboðar Monako. Javnvágin varð ongantíð skakað í hesum dysti; tað var, sum høvdu báðir remis í huganum frá byrjan av. Sínamillum virðingin var so mikið stór, at hvørgin dittaði sær at leggja doyin á at vinna. Remis eftir 22 leikir.
Her var nú eitt gylt høvi hjá triðja oddamanninum, Michael Wiedenkeller, at gagnnýta møguleikan til at leggja seg einsamallan á odda, men hann mátti sættast við remis móti Jake Darmanin.
Hjá hinum føroyska telvaranum í kappingini, Luitjen A. Apol, bragdaði umsíðir. Í einum torførum dysti stríddi hann seg til remis móti kýpriska telvaranum Pavlos Constantinou, sum hevur hægri styrkital enn blaðungi føroyingurin.
Í fimta umfari mikudagin møtast aftur tveir av oddamonnunum - Wiedenkeller móti Efimov. Í dag umboða teir Luksemburg og Monako, men teir hava verið meistarar í ávikavist Svøríki og Italia í síni tíð; Wiedenkeller var svenskur meistari í 1990 og Efimov var italskur meistari í 1998 og 1999.
Støðan í kappingini eftir 4. umfør:
1.-3. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 3½ stig
1.-3. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 3½ stig
1.-3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 3½ stig
4. Jake Darmanin 2106 (Malta) 2½ stig
5.-6. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 2 stig
5.-6. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 2 stig
7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 1½ stig
8. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig
9. Luitjen A Apol 2103 (FØR) ½ stig
10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) 0 stig
5. umfar (21. apríl) kl. 17:00
Helgi Dam Ziska - Ezio Righi
Luitjen A. Apol - Luke Brezmes
Michael Wiedenkeller - Igor Efimov
Fred Berend - Jake Darmanin
Paul Carpenter - Pavlos Constantinou
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo