BirkBloggur: Nú var annan dagin á rað aftur eitt innslag í morgunsendingini um religión í Útvarpinum og bíbilsøgur, ikki bara hjá presti og bókaforløgum, men í øllum tí almenna upplýsingargeiranum.
Í gjár vóru tað eini tilkomin hjún, sum hugtakandi leggja hvønn dag í Harrans hendur. Í dag eru ørindini tey smæstu, sum skulu læra seg føroyskt. Tey smæstu. Og, by the way, fáa røttu fyriskipaðu kristnu virðini afturvið, heilt frá grundini, hóast hampuligi verturin roynir at fáa innpass fyri øðrum gerandisligum vinklum sum verkfalli og kríggi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo