Rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, hevur sett seg í samband við allar næmingar og starvsfólk á skúlanum fyri at finna útav hvør stendur aftanfyri ein lista við navnsnevndum fólkum við tilknýti til skúlan og útfrá hesum metir um útsjónd hjá hesum fólkum.
- Mett verður um, hvørji eru "lekkrast" og viðmerkingar eru, sum fara út um øll mørk og alla anstendigheit, sigur Steinbjørn Hardlei.
Sum skilst er talan um ein undarligan sið, sum hevur tikið seg upp ímillum næmingarnar, men nú vil leiðslan á skúlanum altso koma hesum til lívs.
Hann sigur eisini, at hann fer at lata løgregluna hyggja at málinum, fyri at vita, um nakað beinleiðis revsivert er farið fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo