Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavn.fo: Arbeiðið við at útbyggja Dagstovnin á Hamrinum er væl á veg. Í dag var reisigildi har Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu.

Her er brot úr røðuni:

"Fyri smáum tveimum árum síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna og Búsetur undir sáttmála um útbygging av Dagstovninum á Hamrinum. Skjótt gongur tíðin, tí nú halda vit reisigildi og fegnast um, at tit, ið hava arbeitt, hava fingið so nógv av skafti. Útbyggingin fer at gera dagstovnin meira enn tvær ferðir so stóran, sum hann var áðrenn, nú tilsamans 96 dagstovnapláss koma aftrat. Gólvvíddin er 1230 fermetrar, og tilsamans er talan um fýra vøggustovur til 48 børn, og so tvær barnagarðsstovur til 36 børn. Við hesi útbyggingini verður Dagstovnurin á Hamrinum tí eisini størsti dagstovnur í kommununi við millum 160 og 170 plássum.

Búsetur bygdi eisini tann upprunaliga bygningin fyri góðum 20 árum síðani, og eg haldi, at tað riggar væl, at eyðkendi byggilistarligi stílurin hjá Palla Gregoriussen sæst aftur í tí nýggja. Børnini, ið her koma at gagna, fáa bestu umstøður, og enn sum áður koma bæði Kongavarðar og náttúruumhvørvið at spæla sín stóra leiklut í mentanini á dagstovninum. Umhvørvið og náttúran arbeiða saman, so hagin og óslætta lendið sleppa at stimbra kropsligu menningina hjá børnunum, og sjálvt umskiftandi veðurlagi sleppur at stimbra sansirnar. Her eru blómur, hagalyngur, grót, vatn, smákykt, seyður, varðar og óendaliga nógv annað hjá børnunum at uppliva, so ikki tveir dagar eru líka.

Nú merkið veittrar og vit fegnast um, at vit eru komin so langt á leið, skal eg takka tykkum, ið hava gjørt arbeiðið og greitt uppgávuna so væl úr hondum. Fyrst og fremst skal eg takka smápartafelagnum Búsetur, sum hevur verið arbeiðstakari, og aftur er til arbeiðis á matriklinum, sum fyritøkan eisini átti mong spor á í 2003 og 2004. Eisini ein tøkk til tykkum undirarbeiðstakarar, sum hvør í sínum lagi virka við til, at vit fáa ein góðan og rúmligan dagstovn, ið kemur at mynda ein góðan gerandisdag hjá so mongum:

  • Jørð- og kloakkarbeiði ger smápartafelagið Grettir

  • Hita, vatn, sanitet og ventilatiójn ger Renovent

  • El-arbeiðinum tekur LM Electric sær av

  • Málaraarbeiðinum taka Uni Zacariasen og hansara fólk sær av

  • Hjálpirót pyntar uttanumøki og spælipláss

  • Hannis Egholm, akitektur A.F., er ráðgevi

  • Brunaráðgevi er Bárður Toftum Petersen

  • Og eingin dagstovnur uttan list: hesum tekur listakvinnan Hansina Iversen sær av

Øll skulu tit hava eina hjartans tøkk fyri tykkara arbeiði, og gleða vit okkum til, at Dagstovnurin á Hamrinum er heilt liðugur og kann verða tikin í brúk."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo