Nógv virksemi hevur verið í Reinsarínum, síðani spælistaðið í miðbýnum lat upp. Hósdagin 1. oktober er eitt ár liðið, síðani Reinsaríið bjóðaði áhoyrarunum fyrstu konsertina.
Dagurin verður sjálvandi hátíðarhildin. AVE, Lena Andersen, Hanus G. Johansen, Marius Ziska og Elinborg fara øll at spæla á serligari føðingardagskonsert.
- Vit hava hoyrt ómetaliga nógvan tónleik í Reinsarínum seinasta árið. Og tað er hugaligt at hoyra gestirnar og tónleikararnar lata so væl at umstøðunum og virkseminum, sigur Bogi Andreasen, dagligur leiðari í Reinsarínum.
Bæði føroysk og útlendsk nøvn hava sungið og spælt seinasta árið.
Tiltakið við AVE, Lenu Andersen, Hanus G. Johansen, Elinborg og Marius Ziska byrjar kl. 20 hóskvøldið 1. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo