Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Meginfelag Búnaðarmanna hevði eitt av sínum lakaru árum í fjør, tá 288.000 krónur lógu eftir á botnlinjuni hjá móðirfelagnum. Tað skal samanberast við 2,4 mió kr árið fyri og vit skulu heili 7 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt verri úrslit. 

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at ein høvuðsorsøk til vánaliga úrslitið er, at hon valdi at tryggja sær ymsar neyðugar vørur tíðliga á árinum, tí kríggj og óstøðug politisk viðurskifti gjørdu útlitini so óviss.

- Serliga fyri kunsttøð mettu vit at tað var neyðugt at tryggja nøgdirnar. Prís- og útboðsgongdin bleiv tó ikki sum mett, útboðið ávirkaði ikki prísin neiligt, og prísurin fall gjøgnum árið. MBM kom tí at hava vøru sum varð keypt inn fyri ein ov høgan prís í mun til marknaðarprísin tá vøran skuldi seljast. Sølan av kunsttøðum gav tí ikki felagnum íkast til raksturin í 2023, sigur leiðslan í frágreiðingini. 

Tað hevur ikki enn eydnast at fáa tamarhald á ostaframleiðsluni, og tað er eisini ein orsøk til vánaligu gongdina.

- Vit ætlaðu eisini í 2023 at fáa ein nýggjan ost á marknaðin, men framleiðslan av osti hevur víst seg at vera trupul, orsaka av at vit ikki hava eitt ostarúm burturav - sum ikki kemur í samband við restina av framleiðsluvirkinum, sigur leiðslan, og nevnir, at umbyggingar verða gjørdar í bygninginum hjá virkinum í Skálavík, og ætlanin er, at osta framleiðslan skal flyta inn har í ár.

Samlaða sølan hjá MBM vaks annars við 4,5%. Men nøgdin av seldari mjólk og -úrdráttum minkaði við 2,7%. Og mett verður, at sølan av mjólk lækkar aftur í ár, men sølan av mjólkaúrdráttum hækkar nakað.

- Við ársbyrjan 2023 vóru 15 mjólkaframleiðarar í Føroyum, men við árslok var talið 14. Vit koma helst at síggja, at talið minkar enn meira komandi tíðirnar og størri fjós fara at framleiða mjólkina, verður sagt.

Í roknskapinum sæst eisini, at skuldin tyngir raksturin meira enn hon plagdi. Fíggjarligu útreiðslurnar vuksu við meira enn einari millión og endaðu á nærum trimum mió kr í fjør. 

Fíggjarstøðan javnvigaði við 116 mió kr og eginognin var 39 mió kr.

Hákun Steingrímsson er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo