Tað stóð so dánt upp og niður hjá Faroe Marine Products í Leirvík í fjør 351 túsund krónur lógu eftir aftaná skatt, sum tó er betri enn árið frammanundan, tá úrslitið var hall uppá 181 túsund krónur.
Bruttovinningurin á góðar 26 mió kr var stívliga 3 mió kr betri enn í 2021.
Skuldin tyngir, og í fjør vórðu nærum 3,9 mió kr brúktar til fíggjarligar útreiðslur.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at tað hevur verið trupult seinastu árini at fingið støðugt arbeiði í framleiðsluna vegna rávørumangul.
- Síðan 2020 hevur FMP keypt rávøru úr Íslandi, og hetta hevur gjørt arbeiðið á virkinum eitt sindur meira støðugt. Óstøðugt arbeiði ger tað eisini torført at varveita góð starvsfólk.
Fíggjarstøðan javnvigar við nærum 150 mió kr og eginognin er 22,7 mió kr.
Eirikur á Húsamørk er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo