Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Tann 12.02.2024 verða reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar. Hetta merkir, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini SMS-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum.

Hvussu kemur broytingin í gildi?
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12.02.2024. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið fer annars at rigga sum vant.

Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets: nets.eu/3dsfo. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.

Tú kann lesa meira um at keypa trygt á netinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo