Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag skipar Føroya Sjómannadagur fyri stórari fiskikapping á Kósabrúnni, og stórum vatnkríggið á Vánni og á bryggjuni á vestursíðuni. Í hesum sambandi eru reglur sum øll mugu viðrað.

Tilmelding til fiskikappingina og vatnkríggj er í Norðoya Sparikassa har øll fáa eina vatnsproytu (avmarkað nøgd). 

Tilber at melda til fram til kl. 15 í dag. Tey sum ikki hava møguleika at melda til eru vælkomin at melda til á bryggjuni.

18.00
Fiskikapping á Kósabrúnni.

Áðrenn fiskikappingina fáa øll útlevera agn, posar og papírslepa á Kósabrúnni. Stóri posin er til at koyra fisk í og síðani verður navn, føðingardagur og telefon skrivað á papírslepan. Papírslepin verður koyrdur í ein lítlan plastposa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskinum.

Stór fiskikapping á Kósabrúnni er fyri bæði gentur og dreingir í Skúla aldri og undir skúlaaldri. Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni. Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, kaffi, sunnkist og góðgæti. Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum við kaffiborðið, sum byrjar kl. 10:30 leygardagin 19. august.

19.00
Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.

ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.

Kaptain Gardar Vatnkríggj

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.

Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 18. august kl. 15:00.

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at hava heit klæði við.

Reglugerð fyri skip, bátar og brandlið í vatnkrígginum 2017

Brandbilar og vatnkanónir mugu ikki sproyta beinleiðis eftir fólki.

• Øll skip, ið luttaka í vatnkrígginum skulu lurta á VHF-kanal 6.

• Skip og bátar leggja at bryggju á Kósini og taka børn og vaksin umborð.

• Børnini skulu vera í bjargingarvesti meðan vatnkríggið er.

• Skipini sigla inn eftir vágni á vestaru síðu og út eftir á eystaru síðu

• Skuldi eitthvørt hent, ið krevur arbeiðsfrið, so ger Brimil eitt langt floyt. Tá skulu skip og bátar leggja stilt, og vatnkríggi steðgar - Vatnkríggi byrjar aftur, tá Brimil tendrar vatnkanónirnar

• Vatnkríggið endar, tá Brimil floytar tríggjar ferðir við floytuni

Vegna Føroya Sjómannadag
Eyðstein Poulsen 217014

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo