Regin Jørgensen sýnir aftur fram málningar í Smiðjuni í Lítluvík.
Hann hevur hesi seinastu árini búð í Danmark, men er nú fluttur aftur til Føroyar at búgva.
Regin hevur annars málningar í Galleri 7 í Skagen, Galleri Kongsbak í Esbjerg og Møbelhuset 2 í Tønder.
Framsýningin í Smiðjuni byrjar fríggjakvøldið kl 18:00. Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo