Nú hósdagin 24. oktobur kl. 14:00 opnar málningaframsýning í Gallarí Williamsstovu.
Regin Jørgensen sýnir fram.
Nakrir heilt stórir abstraktir málningar verða at síggja. Eisini feiri landsløg og nakrir av fólki.
Sostatt eitt fjølbroytt úrval av ymiskum nýggjum, men eisini ávísir málningar ið hava verið sýndir fram aðrastaðni í eitt tíðrskeið.
Ein av teimum stóru sæst her. Hann er komin heim úr Danmark, tí Galleri 7 í Skagen lat aftur í Covid-19 tíðini.
Er nú spentur upp av nýggjum og verður eisini sýndur fram.
Williamsstova er í kjallaranum hjá Myndlist, Niels Finsensgøta 16 kj í Tórshavn, tætt við Steinatún.
Øll eru vælkomin.
Opið verður soleiðis:
Hós: 24. okt kl. 14-18
Frí: 25. okt kl. 11-18
Ley: 26. okt kl. 11-15
Sun: 27. okt kl. 14-18
Mán: 28. okt kl. 11-18
Týs: 29. okt kl. 11-15
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo