Birita Arge skrivar: Reggio Emilia er ein býur í Italia, tað serliga við hesum býi er, at hann er heimskendur fyri tað arbeiði, sum tey gera við børnum. Kring allan heimin arbeiða námsfrøðingar, sum hava fingið íblástur úr Italia, tí Reggio Emilia hevur samband og samstarv við námsfrøðingar kring allan heimin, sum fáa íblástur úr Italia og sína millum.
Eg sjálv havi altíð veri ógvuliga hugtikin av tí arbeiðnum, sum tey gera í Reggio Emilia. Reggio Emilia er ikki ein metoda og ikki nakað sum man kopierar, men meira nakað sum man fær íblástur av og tillagar, soleiðis at tað hóskar til tað mentanina, sum man er partur av.
Tað sum serliga hugtekur meg við Reggio Emilia er barnaáskoðanin. Tann stóra virðingin fyri barninum, har barnið verður tikið við og hoyrt. Hugburðurin til at børn hava rættindi og eiga at vera við til at avgera, tann demokratiski rætturin.
Eisini at tær tilgongdirnar sum børnini eru í, skulu vera góðar fyri børnini, og at tað ikki er produktir sum eru avgerandi, og læringsýnið, tann granskandi tilgongdin. Tað verður hugsa um barnið í síni heild, við teimum møguleikum og avbjóðingum sum tey hava, og verður umhvørvið tillaga til børnini, soleiðis at tey hava møguleika at heildarmennast og útrykkja seg á nógvan ymiskan hátt, við spæli, list, tónleiki v.m.
Eisini er tað tíðin til reflektión yvir tað arbeiði ein sjálvur ger, og hvussu tað ávirkar og skapar góðar umstøður fyri børnini, sum hevur týdning.
At vera tilvitaður um sín egna leiklut sum námsfrøðingur, og duga at lurta eftir børnunum og teirra sjónarmiðum og ynskjum. Tað verður tosa saman, soleiðis at tað eisini er møguligt at síggja, tað ein sjálvur ikki sær.
Reggio Emilia hevur netverk í fleiri londum, sum samstarva og læra av hvørjum øðrum. Eitt nú hevur Ann Åberg sum undirvísir á svenska Reggio Emilia instituttinum, og sum luttekur í norðurlendskari Reggio Emilia ráðstevnu, skrivað bókina Lurtandi pedagogik, sum er umsett til føroyskt og brúkt í undirvísing á Námsvísindadeildini. Í oktobur mánaði koma umboð frá Reggio Emilia í Italia til Føroya at hava ráðstevnu, soleiðis at tað møguligt at hoyra meira um Reggio Emilia og fáa íblástur har frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo