Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár var eg til áhugaverdan útgávufund í Løkshøll í Runavík, hvar Sjúrður Højgaard legði fram sítt lívsverk - eina føroyska reformatiónsbíbliu - bíblian, sum vit ongantíð fingu, táið danir, íslendingar o.o. fingu sína bíbliu í sekstandu øld.

Sjúrður greiddi frá arbeiðinum at týða bíbliuna og kallinum, ið hann kendi, Gud hevði givið honum at geva føroyingum og føroyska málinum eina Textus Receptus bíbliu við øllum tí byzantiska tekstinum - hann valdi at umseta ensku King James bíbliuna, tí hon hevur verið standardurin í enska málinum síðan 1611, táið hon avloysti m.a. Geneva bíbliuna.

Sjúrður vísti á munirnar millum byzantiska tekstin, ið Luther, Tyndale, Guðbrandur o.a. brúktu, og aleksandriska tekstin, ið stórt sæð allar bíbliur hava brúkt síðan 1881, táið Westcott og Hort fingu henda tekstin inn í revideraðu ensku bíbliuna - tað førdi m.a. við sær, at John Burgon tók seg úr revideringsarbeiðinum.

Undirritaði er ikki heilt samdur við Sjúrð um grundtekst og havi eg heldur ikki so avgjørdar meiningar um umsetingar, sum hann - m.a. um verandi føroysku bíbliurnar hjá VD og KOV/JD.

Eg eri tó púra samdur við Sjúrð um, at byzantiska tekstfamiljan av handritum er upprunaligi og rætti teksturin og at aleksandriski teksturin er ein styttur tekstur, sum í besta lagi hevur ivasaman uppruna og søgu - Erasmus, ið gav Luther grikska tekstin, ið hann brúkti, kendi eisini Codex Vaticanus, men vrakaði tað sum óálítandi.

Eg fegnist um, at Sjúrður hevur givið okkum Textus Receptus á føroyskum og vil heilhjartaður viðmæla fólki at brúka Føroysku King James Bíbliuna - eisini teimum, sum framvegis fara at brúka Dahl og Victor - tey kunnu bara fáa gagn av at brúka FKJ harumframt.

Sjúrður er eitt málsligt flogvit, ið samstundis hevur djúpt teologiskt innlit - harumframt er hann perfektionistur í øllum arbeiði, og hann var tann rætti maðurin at geva okkum reformatiónsbíbliuna við Textus Receptus á føroyskum.

FKJ er eitt meistaraverk, ið kemur at standa sum ein málsligur og gudfrøðisligur varði í føroyska málinum so leingi, ið føroyskar tungur tala.

Óli Nicodemussen
www.on.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo