Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd 1 niðanfyri vísir stødd av skuld hjá føroyskum privatkundum í ávikavist føroyskum bankum og donskum realkredittstovnum frá 2000 til 2021. Í ár 2000 var samlaða skuldin til føroyskar bankar nærum 4,8 mia.kr. og í 2021 var henda upphæddin umleið 9,2 mia. kr. Lánsveitingin úr føroysku bankunum er sostatt nærum tvífaldað seinastu 20 árini.

Hetta upplýsir Landsbankin.

Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006. Í 2006 var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 mió. kr. tilsamans. Í 2021 var støddin á realkredittlánunum 3,6 mia. kr., sum síðani er vaksin enn meir og er á leið 4 mia. kr. í oktober 2022.

Mynd 2 niðanfyri vísir talið av realkredittlánum býtt eftir stødd av láni. Í 2006 høvdu føroyskir kundar tilsamans 169 realkredittlán, og hetta talið er hækkað til 2.680 í 2021.

Í 2021 vóru 1.044 realkredittlán undir 1 mió. kr., meðan 1.087 realkredittlán høvdu eina stødd millum 1 og 2 mió. kr. Skuld í realkredittstovnum millum 2 og 3 mió. kr. vóru 463 tilsamans í 2021, og harafturat vóru 86 realkredittlán á eini stødd hægri enn 3 mió. kr. Í 2011 vóru tað til samanbering einans 5 realkredittlán sum vóru omanfyri 3 mió. kr. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at bústaðarprísirnir í Føroyum eru øktir nógv seinastu árini.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo