Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Við hækkandi rentustøðinum er fasta rentan á langu realkredittlánunum, tá fólk taka nýtt lán, økt munandi, og tað hevur elvt til, at húsarhald, sum stovna realkredittlán, í seinastuni heldur hava valt realkredittlán við broytiligari rentu, heldur enn fastari rentu. Føroysk húsarhald velja tó samstundis realkredittlán, har rindað verður niður av skuldini, heldur enn avdráttarfrí realkredittlán.    

Rentan, sum varð goldin av sethúsaskuld í føroysku bankunum, var í miðal 2,9% í juli 2022, meðan føroysk húsarhald, sum hava donsk realkredittlán, í miðal rindaðu 2,2% í rentu íroknað bidrøg fyri sína bústaðarskuld hjá donsku realkredittstovnunum, sí mynd 1. Lægra bústaðarrentan á donskum realkredittlánum í mun til føroysk bankalán kann vera orsøk til, at føroysk húsarhald í størri mun hava valt realkredittlán seinastu áleið fimm árini.

##med2##

Seinastu árini hava húsarhaldini í stóran mun valt lang fastforrentaði realkredittlán. Men síðani á sumri 2022 er ein broyting hend. Við hækkandi rentustøðinum er fasta rentan fyri nýlán á langu realkredittlánunum økt munandi, og tað hevur elvt til, at húsarhald, sum stovna realkredittlán, í størri mun hava valt broytiliga rentu, heldur enn fasta rentu, sí mynd 2.

##med3##

Í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 eru útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysk húsarhald økt við 376 mió. kr. Av hesum vóru 56% av lánunum við broytiligari rentu og 44% við fastari rentu. Til samanbering øktust útlánini frá realkredittstovnunum við 510 mió. kr. í tíðarskeiðinum juli 2020 til juli 2021 og tá vóru einans 5% av stovnaðu lánunum við broytiligari rentu, meðan 95% vóru við fastari rentu. Tað eru serliga tey realkredittlánini, sum hava 2- og 3-ára broytiligari rentu, sum føroyingar í størri mun hava stovnað hetta seinasta árið. Realkredittlán við 2-ára broytiligari rentu eru økt við 40% frá juli 2021 til juli 2022, meðan realkredittlán við 3-ára broytiligari rentu eru økt við 33% í sama tíðarskeiði.

81% av realkredittlánunum við 2 og 3 ára broytiliga rentu vóru í juli 2022 við avdráttum. Av øllum realkredittlánunum hjá føroysku húskjunum vóru 84% við avdráttum í juli 2022, uttan mun til um tað er við broytiligari ella fasta rentu. Sostatt hevur meginparturin av føroyskum húskjum sum hava realkredittlán valt lán, har rindað verður niður av skuldini.    

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo