Teir báðir vinstrahallu politikararnir í KvF, Kári Mikkelsen og Jóannes Eidesgaard kappaðust fyrr í vikuni um at rósa teirra politiska skurðgudi, Michael Gorbatjov, í KvF, nú hann doyði 91 ára gamal.
Jógvan Jespersen var so frægur at minnast seg hava sæð Ronald Reagan uttan fyri Høvda í Reykjavík í 1988, tá Gorbachov legði tann sovjetiska, sosialistiska og kjarnorkuvápnaða kongin.
Hinir báðir sosialistisku aktivistarnir, Kári og Jóannes, nevndu neyvan Reagan.
Orsøkin til sovjetisku kapitulatiónina í Íslandi var, at Reagan sýtti at gera eina avtalu um kjarnorkuvápn við Sovjet aftrat teim frammanundan brotnu.
Tann forgudaði aðalskrivari sovjetiska sosialistafloksins fór aftur til Moskva sum av torvheiðum.
Reagan hevði vunnið, og Gorbatjov hevði tapt tað Kalda kríggið.
Orsøkin til sovjetiska kollapsin var, at ein fríur marknaðarbúskapur, kapitalisma og demokrati, vinna altíð á einum sosialistiskum planbúskapi.
Sovjet – fæloysinga heidna paradís á jørð - fór á heysin eftir 60 ára blóðiga søgu (1917-1989), ið kostaði o.u. 40 mió mannalív. Politiska stjórnarvaldið í Kreml hungraði, frysti og píndi tey í hel.
Gorbatjov fittur og gløggur maður
Gorbatjov hevur uppiborið gott eftirmæli í KvF sum fittur og gløggur maður.
Hann var 8. aðalskrivari (t.e. politiskur diktator) í Sovjet. Teir 3 undanfarnu (Brezhnev, Andropov og Tsjernenko 1964-85) endaðu sum giktarrunnar. Allir rukku 80-ára aldur (líka í øðrviti sum tann senili, sosialistiski, ryggleysi Joe Biden í Hvítu Húsunum í dag).
Gorbatjov var ein ungur sjeikur afturímóti avdeyðunum í Kreml, tá Politbyroið í 1985 noyddist at velja hann sum aðalskrivara. Teir høvdu einki annað val.
Gorbatjov var virkin partípampari og hevði strevað seg upp eftir tí byrokratiska rangstiganum síðan mitt í 1950-árunum.
Sovjet á húsagang undir Gorbatjov
Eingin kendi búskaparstøðu Sovjets í USSR-tíðini. Øll sosialistisk hagtøl verða altíð svindlað og eru ætlað til at lúgva fólk full av fávitsku.
Sovjet sigldi við sjálvstýrara, til búskapurin rendi á sín søgunar flúr og sakk.
Sjálvt ikki CIA, fregnartænastan í USA, hevði hóming av, hvussu nógv Pravda leyg (Pravda merkir ‘sannleiki’ og var enn meiri lagghalt enn tíðindadeildin hjá KvF).
Tíðindamonopolið hjá Sovjet hevði lagt eina skaddu av lygn niður yvir hetta risa og ráevnaríka landið, 23 mió km2, við 330 mió íbúgvum, umframt alt imperiið hjá Moskva í Eysturevropa (nærum 160 mió íbúgvar).
Til at verja hetta lygiveldið hevði Sovjet sína vápnasamgongu, WAPA, stovnað ímóti NATO, við heimsins næst størstu goymslu av kjarnorkvápnum.
Ein blóðtystur risi á sosialistiskum leirfótum.
Følsku hagtølini hjá Sovjet
Hvussu nógv Sovjet leyg um sín búskap sást ikki heilt, fyrrenn Jarntjaldið við betongmúrum, minufeltum, ljóskastarum og elektriskum píkatráði fall í 1989, eftir at hava hildið sínum 500 mió fólkum fangar í 60 ár.
Í 1989 segði Kreml, at sovjetiska BTÚ-ið var $ 3,0 bill. (Fólkatal tá: 330 mió).
Í 1989 var BTÚ-ið hjá USA dupult so stórt, $ 6,5 bill (Fólkatalið: 250 míó).
Hvussu stór henda lygnin var og elendigu evnini hjá einum sosialistiskum búskapi at skapa vælferð til øll, sæst á hesum veruleika (hagtøl fyri 2021):
Rusland hjá Putin: BTÚ $2,0 billiónir, t.e. $9.000 pr íbúgva um árið.
USA eftir Trump: BTÚ $23 billiónir, t.e. $68.000 pr. íbúgva um árið.
Sostatt er amerikanski búskapurin í dag 11 falt størri enn tann russiski og 8-falt størri enn tann russiski pr. íbúgva.
Nú búgva 140 mió fólk í Russlandi, men 330 mió fólk í USA.
Ikki eitt menniskja flytur til Ruslands, men heimsins berma streymar til USA.
Russiski búskapurin í dag er 11. størsti í heiminum, millum Italia við 55 mió fólkum, og Suðurkorea við bert 40 mió fólkum. Kapitalisman er fantastisk.
Afturgongdin hjá Ruslandi skyldast mutur og korruptión. 80% av russiska búskapinum verða stýrd av statsvaldinum hjá Putin og hansara oligarkum.
Reagan feldi Sovjet
Sosialisturin Jimmy Carter varð valdur forseti í USA í 1976. Hann var ringasti forsetin næst eftir Obama og Biden (allir Dems) síðan 2. heimskríggj.
Tá kundi USA verðið koppað sum stórveldi móti Sovjet, ið stýrdi helvtini av heimsins ST-londum og førdi 9 kríggj kring heim og hótti við atomvápnum.
Vesturtýskland fekk tá sín besta kanslara millum javnaðarmenn, Helmuth Schmidt (1975-82). Hann varð ov borgarligur og tí vrakaður av sínum egnu.
Hann savnaði NATO-samgonguna og hótti WAPA við, at um Sovjet ikki tók sínar nýggju SS-20 atomrakettir niður í Eysturevropa innan 5 ár, so setti NAT0 100- tals krússara- og MX-missil upp í Vesturtýsklandi.
Tá pumpaði Kreml 100-tals mió inn í vesturlendskar ‘friðarrørslur’, sum allar mótmæltu NATO og eingin WAPA!
Margaret Thatcher í 1979 og Ronald Reagan í 1980 vórðu vald at stjórna Bretlandi og USA.
3. persónurin, ið stakk hol á ‘ónda imperiið’, var pólski Jóhannes Páll 2, pávi.
Gorbatjov uppiborið rós fyri tað, hann ikki gjørdi
Tað, Gorbatjov hevur mest uppiborið rós fyri, var, at hann gjørdi ikki sum sínir undanmenn, tá fólkið í Sovjet og londunum í Eysturevropa kravdu frælsi frá sosialistisku kúganini og armóðini í Eysturevropa.
Gorbatjóv mælti til ‘glasnost’ og ‘peristroika’ (meiri opnan og virknan búskap). Men hann noktaði at brúka rátt vald til at steðga fólksis krøvum um frælsi.
Stalin og Krustjov gjørdi vápnaða innrás í DDR og Pólandi í 1953 og Ungarn í 1956 og knústi arbeiðaruppreistrarnar.
Bresjnev sendi stríðsvognar inn í Tjekkoslovakia í 1968 og í Póland í 1979.
Vit kunnu takka Gorbatjov fyri, at hann yvirtalaði sovjetisku leiðararnar til ikki at brúka slíkt vald og at knasa alla mótstøðu. Men hann hevði einki annað val.
Tað var helst ein lætti fyri hann, at Jarntjaldið fall, og fólk í Eysturevropa blivu fræls.
Sovjet var eitt vrak fult av syndarligum mannalagnum. 40 mió fólk horvin undir og eftir Stalin.
USA hjá Reagan fyri fullari skrúvu
Tá Reagan sum forseti (1981-1989) setti fulla ferð á búskapin í USA (4% vøkstur árliga og 8 mió nýggj arbeiðspláss fleiri), bjóðaði hann Sovjet at fáa lut í amerikansku Rúmdarverjuni (eyknevnd ‘Star Wars’ av heimsins vinstrahallu).
Tá løgdu russar árarnar inn og sendu Gorbatjov avstað til at lumpa USA og NATO til at avdubba Eystur og Vestur fyri at fáa linna og avspenning. Fupp!
Hesar kávalótir eydnaðust so væl við hjálp frá evropiskum fjølmiðlum og vinstrahallum, at Gorbatjov fekk yvir 50% undirtøku í Vestanlondum, dupult so nógv sum Reagan.
Vesturlendsk vinstravend fagnaðu ikki Gorbachov í vón um, at hann fór at innføra marknaðarbúskap og demokrati í Sovjet.
Nei, tey fjeptust uppi í honum, tí tey væntaðu, hann fór at bjarga sosialismuni í Sovjet og fáa tað lasafarið og fangaleguna at virka betur enn kapitalisman.
Men Reagan, Thatcher og Helmuth Kohl, týskur kanslari eftir Schmidt, stóðu føst sum fjallið ímóti sovjetisku sjarmuferðunum hjá Gorbatjov.
Tá var sovjetiski búskapurin so vánaligur, at vørutrot var um alt landið. Fólk bíðaðu í tímar hvønn dag uttan fyri tómar handlar.
30% av sovjetiskum sjúkrahúsum høvdu ikki VVS innanhýsis.
Miðal livialdurin var 10 ár stytri enn í Vestanlondum. Hetta søgdu okkara sosialistar skyldaðist 2. Heimskríggi (endað 40 ár frammanundan!)
‘Ónda heimsveldið’ á søgunnar ruskdunga
Reagan legði ikki fingrarnar ímillum, men vísti á moralska rotinskapin í sosialismuni, ‘miðdepil fyri øllum óndum í nútíðar heiminum’ segði Reagan.
Hann kallaði Sovjet ‘The Evil Empire’ og kravdi á risa fólkafundi við Berlinmúrin: “Mr. Gorbatjov. Tear down this wall.” Gorbatjov gjørdi júst tað.
Spurdur, hvussu hann ætlaði at enda Kalda Kríggið, svaraði Reagan við einum brosi: “We win, they lose.” Teir taptu og vit vunnu.
Tá sovjetiski køstagarðurin skrædnaði, og evjan rann út um allar geilar, gingu vesturlendsk vinstrahall sum flongdir hundar og bolaðu. Vit minnast okkara.
Einum sosialisti tørvar aldri at umbera síni drápuligu mistøk, tí hin vinstrahalli er sannførdur, at hann umboðar allan hægri moral, og tey borgarligu eru ónd.
Vit takka Gorbatjov, tí hann sendi ikki stríðsvognar út í egnar gøtur og um mørk til grannalondini, sum vituggið Putin nú ger í Ukraina.
Skjótt leypa kinesarar á demokratiska Taiwan við 25 mió íbúgvum. Xi Jinpeng sær beint ígjøgnum bumsin Biden og ræðist ikki longur sosalistiska USA.
Tá eiga kinesarar alla heimsins framleiðslu av ‘semiconductors’. Vestanlond klára ikki at gera ein mikroovn ella vaskimaskinu og als ikki tungt materiell.
Men nú er USA ‘heimsveldi’ í transi-svansi, har børn sleppa at velja kyn!
Gorbatjov girdur í brøkur
Gorbatjov sá, at sosialisman maktaði einki ímóti kapitalismuni at framleiða fólksins vælferð. 25% av sovjetiska BTÚ fóru til vápn, og fólkið svøltaði.
Høvdu Kreml og Gorbatjov ikki sitið sum rotta í fellu í 1985 uttan alternativar møguleikar enn at geva skarvin yvir, so hevði hann neyvan verðið settur leiðari í Sovjet í síðstu neyðroynd at virka sum altjóða tølari og yvirtalari.
Fyrsta forsetavalið, Gorbatjov stillaði upp eftir Jarntjaldið, fekk hann neyðars 2% av russisku atkvøðunum. So lítið mettu hansara egnu landsmenn hetta halgimenni hjá okkara vinstrahallu. So stór hvørvisjón var hann vestanfyri.
So kunnu allir teir føstu 10-20 vinstrahallu aktivistarnir innan- sum uttandura í svinghurðini í Sortudíki renna og hoppa og spreiða sína propagandu við einvegis tíðindagreiningum júst sum Pravda í Sovjet á sinni.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo