Ray Clemence er deyður 72 ára gamal eftir at hava verið sjúkur leingi.
Tað upplýsur Liverpool á síni heimasíðu, eftir at felagið fekk eitt skriv frá familjuni hjá Clemence.
Clemence leikti 470 dystir sum málmaður við Liverpool í stórleikatíðini hjá felagnum upp gjøgnum 70-árini, til hann fór til Tottenham í 1981.
Og har leikti hann til hann gavst í 1988, 40 ára gamal.
Við Liverpool vann hann fimm ensk meistaraheitið, ein FA Cup og tríggjar ferðir meistari í CL.
Í málinum hjá Onglandi stóð hann 61 ferðir, og starvaðist í fleiri ár sum venjari hjá málmonnunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo