Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, viðgerð í blaðnum átakið hjá VP at bjóða brúkarunum at tekna eitt sjálvboði hald - at stuðla miðlinum við eini upphædd, uttan at fáa nakað afturfyri, annað enn tað, tey fáa kortini.
Eirikur Lindenskov skal sjálvandi vera vælkomin at siga sína hugsan, men onkrir faktuellir feilir eru í grein hansara, sum vit her vilja rætta.
Tí felagið handan VP, smápartafelagið 1. oktober 1997, fæst ikki við ferðavinnu, sum blaðstjórin skrivar. Hann heldur møguliga, at virksemið hjá undirritaða í Vestmanna hoyrir heima í hesum felagnum. Og kanska hevur hann eisini góða orsøk til at halda tað, tí í endamálsorðingini hjá 1. oktober 1997 Spf stendur ferðavinna nevnd.
Men virksemið í Vestmanna hoyrir heima í tveimum øðrum feløgum: Partafelagnum Vestmanna Tourist Centre (sum eigur Fjørukrónna) og smápartafelagnum Skúvadal (sum eigur bátarnar).
Smápartafelagið 1. oktober 1997 eigur bert tvey aktiv, netmiðilin VP og so bygningin við Grønlandsvegin í Havn, sum blaðstjórin skrivar um.
So er tað komið uppá pláss.
Vert er kanska eisini at nevna, at verandi leigumál í bygninginum fíggja allan rakstur av honum, og tí er tað heldur ikki rætt, tá ført verður fram, at 'lesararnir gjalda húsalán fyri borgarligan portal'.
Tey sum longu hava valt at stuðla, og tey sum møguliga umhugsa at gera tað, kunnu kenna seg fullvís í, at peningurin fer til raksturin av VP og onki annað.
Gunnar
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo