Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

*5. desember 1941 – †3. februar 2023

Nú fórst tú Rasmus sama veg,
ið fedrar undan fóru,
sum rás at ganga lærdu teg
og varðar lívs tær vóru.

Tú tíðliga royndi havsins vað,
tú langar leiðir legði,
tú vitjaði hvønn kendan stað,
sum heimurin hann hevði.

Men heimbygd átti tína trá,
sum árini tey gingu,
har langtanir úr fjarleið lá,
sum heim teg aftur fingu.

Tú vart ei meira válari
á havsinsins víðu fløtum,
nú vart tú okkar málari
á tínum heimagøtum.

Tú fanst tær fitta fagra frú,
tá Marina tú festi,
tú bygdi hús og setti bú,
bleiv eydnumaður mesti.

Tit fingu son og døtur tvær,
ið signing tykkar vórðu,
sum gyltu tykkar heim og garð
og góðsku tykkum bóru.

----

Eig tøkk frá mær for vinalag,
for hugnaferð á fjalli,
har vit í felag nutu dag,
á rók og rætt og stalli.

Eig tøkk for tíð, ið farin er,
nú deyðans ódn er gingin,
nú endað er tín lívsins ferð,
og síðsti skurður fingin.

Nú fórst tú um ta evstu sýn,
um ævinleikans liðið,
at hitta hægsta Harra tín,
mín vinur: Hvíl í friði!

pmp 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo