Valveitslan hjá Svøríkidemokratunum gjørdist ein óheppin endi fyri ríkisdagslimin David Lång í gjár, skrivar DR.
Hann var tikin í at syngja 'L'Amour Toujours' frá 1999, har sungið verður "ausländer raus" (útlendingar út) og "Deutschland den deutschen" (Týskland fyri týskarar).
Nú gevst David Lång so í Ríkisdegnum, har hann hevur sitið í 14 ár. Tað skriva fleiri svenskir miðlar, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo