Manchester United-stjørnan er yngsti persónur sum nakrantíð hevur móttikið hetta tignarstigið frá Universitetinum í Manchester.
Herfyri sendi Rashford eitt skriv til bretsku myndugleikarnar við eini áheitan um ikki at gevast við at lata ókeypis mat til skúlabørn, sum bretska stjórnin hevði ætlanir um.
Myndugleikarnir sleptu ætlanini, og nú verður Rashford so heiðraður fyri tað.
- Hetta er ein stórur dagur fyri meg og mína familju, sigur Rashford sambært Independent.
Rashford er nú í einum sera celebrum selskapi saman við United-legendunum sir Alex Ferguson og sir Bobby Charlton, sum áður hava móttikið somu viðurkenning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo