Enski fótbóltsleikarin Marcus Rashford, sum brendi sítt brotsspark í EM-finaluni, harmast og setur orð á vónbrotið at Ongland ikki vann.
Í einum longri uppslagi á Twitter skrivar hann, at hann harmast at hann ikki skoraði, men samtíðis tekur hann frástøðu frá rasismuni, sum hann og hinir báðir sum eisini brendu sítt brotsspark, Jadon Sancho og Bukayo Saka, eru útsettir fyri á sosialu miðlunum.
- Alt eg fái sagt er orsaka. Eg hevði ynskt, at tað gekst øðrvísi.
— Marcus Rashford MBE (@MarcusRashford) July 12, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo