Sjeyndi hvør kristin í heiminum verður forfylgdur og er fyri mismuni fyri sína trúgv, sambært árligu rapportini hjá Open Doors International.
Globalt er hetta galdandi fyri 365 milliónir fólk, verður sagt í rapportini World Watch List 2024, sum verður greidd úr hondum av kristna felagsskapinum og verður løgd fram í dag, skrivar NRK.
Í frágreiðingini verður eisini sagt at 14.000 kirkjur vórðu noyddar at steingja í fjør, sum er sjey ferðir so nógv sum árið fyri, og at talið av álopum á heimini hjá kristnum er økt við 350 prosentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo