Havnar Fimleikarfelag: Nú er greitt, at tá EM í amboðsfimleiki verður í næstum, eru báðir íðkararnir á danska landsliðnum úr Føroyum, og báðir hava sín uppruna í Havnar Fimleikarfelag.
EM í amboðsfimleiki verður í Munchen í august 2022. Teir báðir eru einastu umboðini fyri amboðsfimleikin hjá monnunum hesaferð.
- Vit eru ótrúliga errin av Rana Allansson Dalsgarð og Aron D. Jacobsen og ynskja teimum bestu eydnu, sigur felagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo