Ralf Rangnick hevur givið Manchester United boð um at hann ikki verður ráðgevi í felagnum.
Eysturríkarin gjørdist venjari í Manchester United eftir at Ole Gunnar Solskjær hevði fingið fótin í november, og skuldi upprunaliga fáa ein leiklut sum ráðgevi, tá Erik ten Hag gjørdist venjari.
Men nú váttar Manchester United at soleiðis verður tað ikki, skrivar heimasíðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo