Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í gjár varð hátíðarhildið í sambandi við, at Randi Nolsøe hevði 40-ára starvsdag og Hanne Magnussen hevði 30 ára starvsdag á Býarbókasavninum. Borgarstjórin helt røðu fyri teimum báðum, sum eru so ómetaliga væl dámdar á arbeiðsplássinum. Hjálpsamar, dugnaligar og álítandi.

Borgarstjórin segði m.a.:

Góða Randi. Tú er tann, sum hevur verið longst. Tú varð sett í starv 1. oktober 1981 sum barnabókavørður á BBS og virkaði sum barnabókavørður inntil 1985, tá Malan Hilmarsdóttir var sett.

Tú ert sera væl fyri fakliga og er ein dugnaligur bókavørður við hollari vitan um serliga fagrar bókmentir. Tú lesur nógv og er sera vitug.

Eitt styttri tíðarskeið í 2012 vart tú eisini virkandi býarbókavørður – og tá fekst tú eisini framt nakrar broytingar á bókasavninum.

Seinastu nógvu árini hevur skráseting verið tín høvuðsuppgáva - Ikki minst vart tú við til at leggja lunnar undir talgildu skrásetingina á Býarbókasavninum. Tú ert uttan iva ein av bestu skrásetarunum í ríkinum.

Og tú hevur havt eitt gott samstarv við starvsfólk á Landsbókasavninum viðvíkjandi skráseting. Harumframt hevur tú eisini gjørt annað bókavarðaarbeiðið sum útlánsvaktir, bókaval o.a.. Og tú hevur gjørt bókalistar, serliga Ljóðbókalistin, sum kom út í fleiri útgávum.

Tú hevur eisini verið við til at skipa fyri tiltøkum sum bindicafé, lesiringum og øðrum. Tað var tú, sum byrjaði arbeiðið við lesiringunum í 2013 og Býarbókasavnið hevur skipað lesiringar á hvørjum ári líka síðani.

Tú hevur lisið føroyskt á Setrinum og ert sera væl fyri málsliga. Tað er einki at taka seg aftur í, at tú ert tann fremsti rættlesarin á bókasavninum, tá tekstir eru skrivaðir á bókasavninum. Og tú dugir eisini sera væl at orða teg, sum sæst aftur í tínum bókaummælum og umsetingum, sum hava verið gjørdar til ymsu telduskipanirnar og heimasíðurnar.

Tín málsliga styrki sæst eisini aftur í 25 ára minnisritinum, sum Anna Brimnes skrivaði, og sum tú ritstjørnaði saman við Johonnu Cathrinu.

Tú hevur arbeitt sera tætt og gott saman við Johonnu Cathrinu Mørkøre, sum fór frá fyri aldur í fjør. Tit hava sitið á somu skrivstovu og hava fylgt við í lívinum hvør hjá aðrari og eru komnar at kennast sera væl. Tit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv. Hóast tit kanska ikki altíð hava verið samdar, so hava tit altíð funnið eina loysn og tað hevur ongantíð verið nøkur illstøða tykkara millum.

Tit báðar hava verið fasta grundin undir Býarbókasavninum og tað verður ein tungur fakligur arvur at lyfta eftir tykkum báðum.

Tú ert eisini góð í ráðum. Tú kanst vera bráð og sigur tingini beint út sum tey eru, men er eisini altíð fús at lurta og taka ímóti aftursvari. Tú ert ein stórur kapasitetur á Býarbókasavninum, sum øll hini starvsfólkini er glað fyri at kunna styðja seg til, tá ið teirra egna vitan og fakligu førleikar ikki røkka.

Tú ert haraftrat sera praktisk og skjót at gera tær eitt yvirlit yvir støðuna. Í sambandi við flytingar, uppsetan av framsýningum, nýggjari goymslu v.m. ert tú sera effektiv og skjót at taka fram lineal og tummastokk, klippa og klistra, so tað skjótt liggur ein ætlan á borðinum. Tú ert ein meistari í hillaskipanum - og tað eru ikki fáar hillar tú hevur flutt og sleipað.

Privat hevur tú øll árini búleikast á Landavegnum saman við Áranti. Tit bæði eiga 3 børn og 4 ommu- og abbabørn.

Til seinast ert tú eisini sera handalig – tú bæði seymar og bindir og er ofta at síggja í vøkrum, nýbundnum troyggjum – so tað er ikki av tilvild, at tú hevur allar bindibøkurnar á bókasavninum um hendi. Eisini ert tú eitt havamenniskja burturav og tú eigur eina rættiliga oasu á Landavegnum.

Fyri nøkrum árum síðani keyptu tú og Árant eini deilig summarhús við Limfjorden, har sumrarnir verða hildnir – oftani saman við børnum og ommubørnum.

---

Og so var tað Hanne Magnussen

Góða Hanne. Tú varð sett í starv sum barnabókavørður á Býarbókasavninum 11. februar í 1991. Tú ert upprunaliga donsk, men flutti til Føroya sama árið, sum tú byrjaði á bókasavninum - og tú hevur búð her síðani.

Á barnabókasavninum hevur tú arbeitt tætt saman við Maluni øll árini og tit báðar røkja framvegis barnabókasavnið í felag. Tú ert kreativ og tað kemur mangan væl við á barnabókasavninum, tá tiltøk og ymiskt handaligt skal gerast.

Tú hevur eisini í nógv ár koyrt bøkur út til røktarheim, varðhaldið og aðrar stovnar í kommununi. Seinni hevur tú eisini verið við til at byrja Bókaberan, sum koyrir bøkur út til borgarar, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

Tú hevur verið virkin í Sambinding, sum spratt av einum átaki hjá felagsskapinum “Hvussu kunnu vit hjálpa?”. Tann felagsskapurin varð settur á stovn, tá Norðureuropa upplivdi flóttafólkastreymin úr Sýria.

Endamálið við Sambinding var ikki beinleiðis at hjálpa sýriskum flóttafólki, men at hjálpa nýggjum føroyingum at fóta sær í føroyska samfelagnum.

Tú hevur eisini verið við til at uppbyggja eitt savn av barnabókum á thailendskum, tagalog, rumenskum og polskum, hetta í samstarv við integratiónssamskiparan í TK.

Tú hevur í hesum sambandi verið við í einum norðurlendskum netverki av bókasavnsfólki, sum á ymsan hátt arbeiða við integratión.

Tú hevur altíð verið við uppá tað nýggja. Tú tókst veruliga alnetið til tín frá byrjan av og bygdi bæði eina privata heimasíðu og fyrstu heimasíðuna hjá Býarbókasavninum, www.byarbok.fo, tíðliga í tíðini.

Tú hevur øll árini verið webmaster á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum og dugir væl at brúka nýggju snildirnar.

Tú hevur eisini havt eina webshop, sum seldi tógv, og á bókasavninum sóust nógvir pakkar, sum skuldu sendast um allan heim aftan á arbeiðstíð.

Tú ert haraftrat ein sera sosialur og savnandi persónur á arbeiðsplássinum. Tú skipar t.d. fyri morgunfimleiki fyri starvsfeløgunum - og í veitslum hevur tú onkuntíð skipað fyri t.d. dansi og dansispølum.

Tú hevur gjøgnum árini havt starvsfelagarnar heima til tupperware og grannakaffi og bjóðaði eisini til 50 ára føðingardag í posthúskjallaranum.

Eisini privat ert tú sosial og virkin. Tú rennur og súkklar - tú hevur ikki bil – men tær dámar væl at ganga túrar úti í náttúruni.

Í 2017 flutti tú til Nólsoyar at búgva, har tú keypti tær eini hús. Og har ert tú eisini virkin í tí sera fjølbroytta bygdalívinum í oynni: Tú syngur í kóri, dyppar, gongur til fimleik og í bindiklubba.

Í heyst hevur tú verið á Ishøj Bibliotek í starvsbýti við ein bókavørð har og afturkomin byrjaði tú aftur her á Býarbókasavninum 1. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo