Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Nú er starvsfólkið sett í nýggja vitanardeplin fyri harðskapsøkið í Føroyum. 

Stórur áhugi hevur víst seg fyri hesum verkætlanarstarvi, at vera við til at byggja upp nýggjan vitanardepil í Kvinnuhúsinum. Samanlagt komu 9 vælskikkaðar umsóknir, og valið fall á Rakul Dalsgaard-Jakobsen. Hon er útbúgvin, fyrst sum sosialráðgevi og síðani kandidatur í sosialum arbeiði, cand.soc. 

Rakul er 34 ára gomul og kemur úr einum starvi hjá barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Hon hevur royndir innan harðskapsøkið frá kreppumiðstøðini ’Kvindehjemmet’ og ambulantu ráðgevingini hjá ’Danner’ í Keypmannahavn.  

Við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028, verður arbeitt við 20 ymiskum átøkum at styrkja og menna harðskapsøkið í Føroyum. Eitt týðandi øki er vitanarparturin, har hetta átak 18, í einum vitanardepli, sum partur av Kvinnuhúsinum, verður avgerandi fyri eini komandi fakligari menning. Partur av hesum verður m.a. at innsavna og skipa hagtøl og fakligt tilfar, og at menna og føroyska tilfar at lýsa harðskapsøkið. Hetta fyri at skapa viðurkenda vitan um, hvussu vit kunnu síggja, skilja og handfara harðskapin. Somuleiðis er uppgávan at vera við til at skapa eitt felags mál fyri harðskapsøkið, so bæði leik og lærd kunnu fáa somu fatan av fakhugtøkum. Her verða upplýsing, kunning, undirvísing og samskifti týðandi tilgongdir. Somuleiðis verður ein samskipandi leiklutur, eisini á altjóða stigi, ein partur av arbeiðinum.

Rakul byrjar í starvinum 1. oktober.

Tað eru Kvinnuhúsið og Sig frá-verkætlanin, sum hava fyrireikað arbeiðið við vitanardeplinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo