Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt innslag í útvarpstíðindunum í kvøld fær tað at ljóða sum um, at játtanin hjá Fróðskaparsetrinum verður skerd munandi til komandi ár.

Veruleikin er, at fíggjarlógaruppskotið legði upp til, at 10 milliónir krónur skuldu játtast afturat til Fróðskaparsetrið í 2024 samanborið við 2023.

Út frá upplýsingum um minkandi tal av lesandi eru samgonguumboðini í fíggjarnevndini komin til, at tað er ráðiligt at lækka játtanina við 500.000 krónum samanborið fíggjarlógaruppskotið (andstøðuumboðini meta 750.000 krónur vera ráðiligt).

Sostatt verður rakstrarjáttanin hækkað 9,5 milliónir krónur í 2024.

Vónandi hevur tað ikki við sær, at fleiri fara av landinum at lesa, ella at hesar 500.000 krónurnar fara at koppa allari fíggjarætlanini hjá Fróðskaparsetrinum, har rakstrarjáttanin er meira enn 150 milliónir krónur.

Eirikur í Jákupsstovu
Fíggjarnevndarlimur fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo