Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tíðliga í mars mánaði slóknaði ein av okkara allarmest kendu útisetum, Ragnhild, sum búði í Sorø á Miðsjællandi.

Ragnhild  Reinert var fødd í Kaldbak 16. oktober 1938, men tey vóru nógv systkin, so hon kom tíðliga vesturum til Syðradals, har hon vaks upp eina tíð hjá nærum skyldfólki. 

Hon gekk kortini í skúla í Kaldbak og hevði sína mestu tilveru har.

Hon kom til Danmarkar longu í 1950´unum og bleiv gift við Erling Sørensen, sum arbeiddi í tí danska flotanum.

Tey búðsettu seg í tí idylliska Nyboder á Eystarubrúgv, sum serliga var ætlað familjum, sum høvdu samband við tann danska  flotan. 

Men húsini í Nyboder eru meira hugnalig enn praktisk og als ikki egnaði hjá barnafamiljum, so tey gjørdu eftirhondini av at flyta úr teimum søguligu bygningunum  hjá Christiani Fjórða.

Men tað var stór húsaneyð í Kjøpinhavn tá, so ilt var at finna hóskandi býli í høvuðsstaðnum.

Tey gjørdu tí av at flyta út úr býnum og funnu sær eini valahús við stórum hava í Pedersborg býarpartinum við Sorø, sum liggur 75 km frá  Kjøpinhavn.

Har setti tey seg niður; - Ragnhild stórtreivst í tí grøna landslagnum og gjørdist eftirhondini inkarneraður soranari.

Hon fekk sær skjótt starv í tí sociala sektorinum, og síðani fór hon inn í politikk sum stálsett og viljasterk javnaðarkvinna og bleiv skjótt vald inn í býráðið í Sorø.

Seinni kom hom inn í eitt ótal av lokalum nevndum og eitt stutt skifti sat hon eisini í amtinum, so hon  gjørdist eitt sera kent andlit í býnum. Hon var eisini ofta at hoyra í lokalradio á Vestursjællandi.

Í 1980´unum fekk hon saman við fleiri øðrum lokaltbúgvandi føroyingum stovnað felagið "Føroyskt felag á Vestursjællandi", sum hevur havt 30 ára jubiléum. Hon fekk eisini fíggjað  keypið av einum kappróðrarbáti til føroyingar í Sorø, sum eftir tógvið stríð  fingu innivist í bátahúsunum hjá "Sorø roklub".

Stutt eftir skipaðu vit við Petur A. Petersen presti á odda  fyri eini seniornevnd, sum skuldi virka fyri einum føroyskum  eldrabýli á Sjællandi. Vit nevndarlimir høvdu tá ein ógloymiligan fund saman við Ragnhild, har hon helt eina sera persónliga, modernaða  og visonera røðu um, hvussu eldramentanin átti at skipast, bæði millum føroyingar og danskarar.

Ragnhild hjálpti og dugnaði nógvum føroyingum, sum komu til Danmarkar og ongan góðan høvdu.

Hon útvegaði fleiri fólki innivist og lærupláss ella skúlaútbúgving.

Hetta hendi Ikki minst undir tí stóru kreppuni fyrst í 1990´unum.

Hon skipaði eisini fleiri ferðir fyri Føroya-ferðum saman við donskum vinum og kenningum.

Í 1995 varð hon vald til formans fyri Sankta Ólavs kirkjuliði í Kjøpinhavn, har hon var tvær setur.

Viðurskiftini í Sankta Ólavs kirkjulidi vóru um tað mundið heldur ógvislig, eftir at Petur Andrew Petersen hevði lagt frá sær, men tað eydnaðist Ragnhild og nevndini at kyrra partarnar, so man fekk sett prestin Berg Jacobsen við næstan einmældari innstilling.

Ragnhild hevði jú drúgvar taktiskar royndir frá sínum politiska arbeiði í Sorø og fekk teir stríðsfúsu partarnar at semjast.

Fyri fáum árum síðani fór hon frá sum formaður í Sorøfelagnum, men hon var  trúgv á fundum og kom til tey allarflestu tiløk í felagnum.

Ragnhild var fyri okkum so kná sum føst hella - hon var ein institutión millum útisetar!

Sjálvur vitjaði eg Ragnhild av og á, og hon var altið fryntlig og tíðindafró. So seint sum eina slaka viku, áðrenn hon doyði, var eg inni á gólvinum.

Hon var vælhýrd og greiddi mær frá, hvussu tað gekst henni við tí pace-makaranum, sum hon hevði fingið fyri fáum mánaðum síðani. 

Tað var øgiliga skelkandi at frætta, at hon so stutt eftir, at vit høvdu prátað um summar og ferðalíkindi, ikki skuldi fáa eitt summar afturat.

Hon fór til gravar tann 10. mars frá síni kæru og ofta vitjaðu Pedersborg kirkju, sum var á tremur av fólki.

Ein sløk helvt av fylginum vóru føroyingar.

Friður verið við minni um ein sera engageraðan, virkisfúsan og empatiskan útiseta.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo