Skála Ítróttarfelag: Ragnar Skála av Argjum verður partur av hópinum hjá Skála ÍF í Betri deildini næsta ár.
Ragnar er 23 ára gamal og hevur spælt fótbólt við AB seinastu nógvu árini. Tilsamans hevur Ragnar spælt 53 dystir í bestu mansdeildini og hevur umboða Føroyar á U21 landsliðnum í 2021 og 2022.
"Vit kunnu við gleði kunngerða at Ragnar Skála í gjárkvøldið hevði sína fyrstu venjing undir Mýruhjalla og síggja fram til eitt spennandi samstarv" sigur Jóannes A. Prestá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo