Skála ÍF kunnger í dag at komandi kappingarár verður Ragnar Lindhólm fastur parturin av hópinum í Betri deildini.
Fyrsta dystin í 2023 vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Í samband við fyrireikingar til næsta ár, er tó greitt at hann nú verður ein fastur partur av málmanstoyminum.
Ragnar er 30 ára gamal, málverji og hevur royndir frá bæði bestu og næstbestu deildini við B68.
- Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo